Skúlin
Kvívíkar skúli er ein 4 flokkaður skúli.
Skúlaárið 2022-2023 eru hesir flokkar saman:
- 1. árg.
- 2. og 3. árg.
- 4. og 5. árg.
- 6. og 7. árg.
Ymiskt tilfar
- Meginreglur
- Atferðarreglur í Kvívíkar skúla
- Umsókn um næmingafríloyvi
- Tilbúgvingarætlan
- Trivnaðarætlan (dagførd, 27.10.2017)
Spæliliðið
Sum ein liður í at fáa næmingarnar at vera virknari kropsliga og at bøta um trivnaðin í fríkorterunum hava vit í Kvívíkar skúla eitt spælilið. Spæliliðið er mannað av næmingunum í 7. flokki, sum á hvørjum ári fara á skeið fyri at læra, hvussu teir best kunnu loysa uppgávuna. Spæliliðið er virkið eitt fríkorter um vikuna, har tey spæla við 1.,-3. og 4.-5. flokk uppá skift. Spælt verður bæði inni í høllini og úti í skúlagarðinum. Spæliliðið fyrireikar nøkur spøl til hvørja ferð, greiða næmingunum frá spølunum og royna at tryggja, at allir næmingarnir hugna sær Afturfyri fær spæliliðið ein hugnatúr til Havnar, har tey hugna sær og eta saman. Ein lærari er akkersfólk og hjálpir næmingunum at skipa fyri
Heilsa
Skúlaheilsufrøðingurin
Durita Restorff
Tel. 562303
Teldupost This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Durita er vanliga á skúlanum mánadagar. Hon sær næmingarnar eina ferð um árið, tá verður hugt eftir sjón, hædd og vekt hjá børnunum, og hjá 1. og 7. flokki verða eisini hoyrn og litsansur kannað. Umframt at gera funktiónskanningar, hevur skúlaheilsufrøðingurin eisini persónligar samrøður við barnið, eins og bólka- og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum. Harumframt skal skúlaheilsufrøðingurin eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum.
Vegleiðing verður eisini veitt til foreldur og starvsfólk á skúlanum. Foreldur og næmingar eru vælkomnir at seta seg í samband við heilsufrøðingin.
Meir er at lesa á heimasíðuni hjá Gigni - www.gigni.fo.
Tannlæknaskipanin
Eyðbjørn Joensen
Tel. 424167
Vestmanna skúli
Tannlæknaskipanin í Kvívíkar Sókn umfatar børn frá 0 ára aldur til tey fara úr 10. flokk, og tannlæknastovan er í Vestmanna skúla.
Skúlabørn eru til kanningar tvær ferðir um árið - vanliga beint eftir heystferiuna og undan páskum. Børnini fáa fráboðan beinleiðis til heimini. Hjá børnum í 4. flokki verður harumframt eisini kannað, hvussu tennirnar standa. Hetta verður gjørt av serfrøðingi, sum kemur á vitjan. Boð verða tá givin beinleiðis til heimini og umvegis skúlan.
Matpakkar
Teir flokkar, sum hava tímar aftan á døgurða, eta matpakkar sínar í skúlastovuni.
Skúlabusskoyring
Skúlabussurin koyrur næmingar av Skælingi, Stykkinum, Válinum og úr Leynum til og frá skúla. Ferðaætlanin er samskipað við skúlagongdina hjá næmingunum
Skúlaárið 22/23 koyrur bussurin soleiðis:
mánadag | týsdag | mikudag | hósdag | fríggjadag |
av Skælingi kl. 7.20 | av Skælingi kl. 7.20 | av Skælingi kl. 7.20 | av Skælingi kl. 7.20 | av Skælingi kl. 7.20 |
úr Kvívík kl. 13.25 | úr Kvívík kl. 12.30 |
úr Kvívík kl. 12.30 úr Kvívík kl. 14.20 |
úr Kvívík kl. 12.30
úr Kvívík kl. 14.20 |
úr Kvívík kl.13.25 |
Útleigan:
Í Kvivíkar skúla hava vit ein snotuligan svimjihyl og fimleikahøll.
Svimjihylurin er opin fleiri dagar um vikuna, tá er ókeypis at svimja. Upplatingartíðir eru at finna her
Kostnaðurin fyri at leiga svimjihylin er 300 kr. um tíman og 100 kr. um tíman fyri fimleikahøllina. Um áhugi er at leiga hylin ella høllina, vinarliga ringi á tlf. 29 24 23. Leigarin hevur ábyrgd av at lata hølini aftur í sama standi.
Er ynski um at leiga onnur høli í skúlanum, so skal umsókn sendast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Søgan
Skipaður skúli kom til Kvívíkar í 1905. Katrin Samuelsen var lærarinna og skúli var hildin í bóndagarðinum uppi á Hellu.
Frá uml. 1855, vita vit at Kvívíks-Jógvan og Jóan Petur Gregoriussen (I.P.G) gingu oman í prestagarðin á Kirkjuteigi at læra (læna bøkur) frá V.U. Hammershaimb. Eisini vita vit um ein ferðalærara, sum hevði alla Norðurstreymoy, frá Vestmanna til norður í Sund.
Í 1907 var skúli bygdur í Kvívík. Karin Samuelsen var lærarinna.
1918-1939 var Jóhanna Jensen (f. Haraldsen) lærarinna. Var útlærd í Havn. Í hesum tíðarskeiði vóru eisini nógvir vikarar.
1939-1945 var Hjalmar Joensen (seinni Hátún) lærari.
1945-1950 var Símun Hansen lærari.
1950-1951 var Anna Elisabeth vikarur.
1951-1991 var Rólant Lenvig lærari.
Í 1956 var vikarur settur at hava hondarbeiði.
Í 1976 var nýggjur skúli bygdur. Tá blivu fleiri lærarar settir á skúlanum. Rólant Lenvig var settur sum fyrstilærari.
Í 1991 var Bjarni Heinesen settur sum fyrstilærari.
Í 2004 var byrjað at byggja afturat verandi skúla.
Í 2012 var Høgni Warberg settur sum fyrstilærari.
Í 2021 var Rudi Olsen sett sum fyrstilærari