Altjóða barnarættindadagur

img 4369

 

 

 

  

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mánadagin 20. november var altjóða barnarættindadagur, og í hesum sambandi hevði Fuglafjarðar skúli boðið næmingaráðum úr øllum skúlum í Føroyum til Fuglafjarðar at halda hendan serstaka dagin saman.

Næmingaráðið í Kvívíkar skúla var ein av teimum 20 skúlunum, ið vóru við til hendan dagin. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum og Hanna Vang, løgtingsins og barnanna umboðsmaður, vóru og greiddu frá teirra arbeiði og frá barnarættindasáttmálanum.

 

Harumframt vóru tónleikaframførslur og spæl við spæliliðnum í Fuglafjarðar skúla. Vit nýttu eisini høvið til at hyggja at og royna avbera góða spæliplássið, tey hava í Fuglafjarðar skúla.

Vit takka Fuglafjarðar skúla fyri ein sera góðan og væl fyriskipaðan dag. 

img 4398img 4399

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook