Áðrenn næmingarnir fóru í heystfrí, fingu teir eplini til høldar. Skurðurin var góður og allir næmingarnir fingu eitt kók heim við. Restin verður nýtt til felags máltíðir í skúlanum.
Í ár gjørdu vit royndir við taðing. Vit royndu 3 ymisk sløg: Kunsttøð, seyðatøð og ull. Her var týðiligt, at eplini, ið vóru taða við ull, vóru bæði fleiri, størri og við minni spilli, so hetta verður óivað roynt aftur.