Kira Soon Rasmussen, í 5. flokki, hevur vunnið teknikappingina Tekna ein granskara, sum Granskingarráðið skipaði fyri.
Tá Granskingarráðið útskrivaði eina teknikapping fyri børn í Føroyum, spurdu tey:
Hvussu ímyndar tú tær, at ein granskari sær út? Hvussu arbeiðir ein granskari? Hvussu sær arbeiðsplássið út? Er tað ein kona ella maður? 12, 25, 50 ella 70 ár?
Yvir 400 tekningar komu inn, og tær tríggjar tekningarnar, sum at enda vóru kosnar vinnarar, vóru teknaðar av:
Kiru úr 5. fl. í Kvívíkar Skúla
Bjallu úr 8. fl. í Eysturskúlanum
Altheu frá Listabreytini á NámX
Tær fáa 500 kr hvør. Vinnaratekningarnar og nakrar afturat av teimum mongu tekningunum síggjast her
Vit ynskja enn einaferð Kiru hjartaliga tillukku.