Næmingaráðið er mannað

 

næmingaráðið 2023

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Alexandur, 3. fl., Silas, 5. fl., Boas V., 6. fl.,  Nomi, 5. fl., Lilja T., 6. fl. og Ragnhilld, lærari og skrivari í næmingaráðnum,

Tiltakslimir eru: Ronja í 2. fl., Ida í 4. fl. og Boas H. í 7. fl.  

 

Til morgunsangin í morgun kunngjørdi Rudi, skúlaleiðari, úrslitið av næmingaráðsvalinum, og í morgin fer næmingaráðið á sín fyrsta fund, har tey fara at skipa seg og viðgerða hoyringsskrivið um vetrarfrí. Esini fara tey at viðgerða tey mongu góðu vallyftini, sum komu fram undir valinum, og raðfesta hvat næmingaráðið skal arbeiða við hetta skúlaárið. 

Leggjast kann afturat, at heili 17 næmingar valdu at stilla, og á veljarafundinum komu sera nógv góð hugskot fram, sum næmingaráðið kann fara at arbeiða við. m.a. nógv góð hugskot um hvussu vit kunnu gera skúlagarðin betri og hvussu skúlin kann gerast enn grønari. 

Vit ynskja limunum í næmingaráðnum hjartaliga tillukku við valinum og bestu eydnu. 

 

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook