12 fitt og spent børn byrjaðu í 1. flokki í mikudagin
Rudi Olsen, skúlaleiðari, bjóðaði vælkomin i miðrók áðrenn farið var í flokshølið. Í flokshølinum fingu næmingar og foreldur høvi at heilsa uppá flokstoymið, árðenn foreldrini fingu bjóðað ein kaffimunn, meðan tey bíðaðu eftir børninum.
Flokstoymið í 1. flokki: Torgunn á Løgmansbø, floks- og føroysktlærari og Ragnhild Olsen, roknilærari
Fyrsta skúladag fingu næmingarnir eina fína arbeiðsuppgávu, sum Torgunn hevði gjørt til tey
Vit ynskja næmingunum, og foreldrum teirra, hjartaliga vælkomin í Kvívíkar skúla, og vit gleða okkum til gott samstarv komandi árini