Endurlýsing: Námsfrøðiligt starv

mynd starvslýsing

 Námsfrøðiligt starv í Kvívíkar skúla

Kvívíkar skúli søkir eftir námsfrøðingi 20 tímar um vikuna í tíðaravmarkað starv frá 1. septembur 2023, ella skjótast tilber, til 18. juni 2024.

Sum námsfrøðiligur stuðul í grunddeild er høvuðsuppgáva tín at stuðla næmingum, við tí fyri eyga, at næmingarnir megna gerandisdagin í skúlanum, mennast og læra, og verða stimbraðir til at taka lut í felagsskapinum. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við flokstoymið og Førleikastovuna. Harumframt ynskir tú at taka ein virknan leiklut í Betri vinir verkætlanini saman við læraratoyminum.

 

Vit søkja eftir tær sum undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans er fúsur at taka lut í dagliga virksemi skúlans. Vit leggja dent á, at tú sum námsfrøðingur

  • vil fevna ymiskleikan, styrkja felagsskapin og stimbra hugin at læra hjá tí einstaka næminginum
  • er stundvísin, fyrikomandi og sýnir ein jaligan hugburð til næmingar, læru og menning
  • dugir væl at samstarva og samskifta
  • hevur áræði til at taka ábyrgd og tekur virknan leiklut í áhaldandi fakligu og námsfrøðiligu menningini av Kvívíkar skúla

Í Kvívíkar skúla ganga 66 næmingar, frá 1. til 7. flokki, og tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi, ið telur 9 fólk. Komandi skúlár verður grunddeild partur av trivnaðarátakinum ”Betri vinir í grunddeild”, ið verður skipað sum ein verkætlan millum skúlan, Nám, Lærarafelagið, Barnabata og Undirvísingarstýrið.

 

Lønar- og setanartreytir

Námsfrøðiliga starvið er tíðaravmarkað frá 1. septembur 2023, ella skjótast tilber, til 18. juni 2024. á lønarbrot 0,5.

Fyrimunur er, um umsøkjarin hevur námsfrøðiliga útbúgving. Starvið kann vera skipað sum hjálparfólkastarv.

Námsfrøðiligu stuðulstímarnir í skúlanum verða løntir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Barnaváttan verður kravd í samband við allar setanir í Kvívíkar skúla

Hevur hetta fangað tín áhuga, frætta vit fegin frá tær. Umsóknir við CV, avrit av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 10. august 2023 kl. 12.00. 

Umsóknin verður stílað til Rudi Olsen, fyrstalærara á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. og merkt ”starv”. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Rudi Olsen á tlf. 292422

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook