Komandi skúlaár byrja tríggir nýggir lærarar í skúlanum.
Hilda Torkilsdóttir verður flokslærari í 2. flokki, eisini fer hon at undirvísa í m.a. støddfrøði og n/t.. Hilda hevur drúgvar undirvísingarligar royndir úr Danmark, har hon í fleiri ár hevur undirvíst i m.a. støddfrøði, nátturu og tøkni, myndlist og ítrott/svimjing. Harumframt hevur hon drúgvar royndir innan serøkið, og hevur tikið skeiðir á UCL um børn við serligum tørvi. Seinasta árið hevur Hilda starvast sum toymisleiðari í Lonini í Skúlanum við Streymin.
Torgunn á Løgmansbø verður flokslærari í 1. flokki, eisini fer hon at undirvísa í m.a. føroyskum, enskum og donskum. Torgunn er útbúgvin lærari við linjulestri í føroyskum, enskum og donskum, og hevur hon undirvísingarligar royndir frá einum lítlum skúla við fleirflokkaðari undirvísing, har hon m.a. hevur verið flokslærari.
Ragnhild Olsen er sett sum lærari og leiðari av Førleikastovuni, hon verður eisini partur av toyminum um 1. flokk, har hon fer at undirvísa í rokning. Ragnhild er útbúgvin lærari við grundskeið í støddfrøði og linjulestri í sernámsfrøði, føroyskum og skúlabúgving og innskúling. Harumframt fer hon komandi ár undir ársskeið í sernámsfrøði á setrinum. Hon hevur royndir bæði úr fólkaskúlanum,kvøldskúlanum í Havn har hon hevur undirvíst í føroyskum sum annaðmál, Próvstovuni, Skúlablaðnum og fyrisitingarligu deildini hjá Lív.
Vit ynskja teimum hjartaliga vælkomnum í Kvívíkar skúla