Náttin er ung

náttinerung23

 

 

 

Fríggjakvøldið tann 21. apríl verður skipar SSP-bólkurin í økinum VEKS fyri tiltakinum "Náttin er ung". Tiltakið er fyri 7. og 8. flokkarnar í VEKS økinum.

"Náttin er ung" byrjar kl. 19.00 og endar kl. 23.30

Rúsevnir og rúsdrekka er strangliga bannað til tiltakið. Hetta er eitt rúsfrítt tiltak, har tey ungu hava møguleika at hugna sær og savna góð minni saman. Ikki er loyvt at hava fartelefonir frammi til tiltakið. Um nakað átrokandi verður ber til at ringja til ein av fyriskiparunum.                                                       

Tiltakið er ókeypis og bussur koyrir ókeypis av Eiði til Vestmannar og heim aftur. Sølubásur verður, har møguligt verður at keypa pizza, sodavatn og okkurt søtt. Tí er skilagott at hava eitt oyra við sær, um man ynskir at keypa sær okkurt gott. 

 

Ferðaætlanin er soleiðis: (Tíðirnar eru vegleiðandi)

  • Eiði kl. 18:00
  • Hvalvík/Streymnes kl. 18:15 steðgistaðið hjá Bygdaleiðum
  • Hósvík kl. 18:20 steðgistaðið hjá Bygdaleiðum
  • Kvívík kl. 18:40 steðgistaðið hjá Bygdaleiðum
  • Vestmanna kl. 19
  • Bussurin koyrir heim aftur úr Vestmanna kl. 23:30

 

Næmingarnir hava fingið kunningarskriv við heim og tilmeldingarfreist til tiltakið er 18.04.2023.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll

SSP bólkurin í VEKS økinum

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook