Fríggjadagin tann 10.03.23 fær 7. flokkur fyrstuhjálparaskeið. Tað verður ein royndur undirvísari frá Reyða Krossi Føroya, ið fer at læra børnini fyrstuhjálp
Átakið er eitt nýtt samstarv millum Reyða Kross, Mentamálaráðið og Betri stuðul, sum skal tryggja øllum næmingum í 7. flokki í Føroyum eitt fyrstuhjálparskeið, so tey verða før fyri at bjarga lívinum á øðrum, um illa vil til. Av tí at gávan er til allar næmingar í 7. flokki, er í samráð við Mentamálaráðið gjørt av, at tey kunnu fáa skeiðið í skúlatíðini.
Hugskotið er einfalt: Børn eru nom í hesum aldrinum, samstundis sum tey eru nóg búgvin til at taka ábyrgd í eini álvarsamari støðu - um tey væl at merkja hava fingið góða frálæru í, hvussu tey skulu bera seg at. Tey gerast í hesum aldrinum støðugt meiri sjálvbjargin og taka lut í alsamt fleiri sosialum samanhangum. Eisini har eingin vaksin er til staðar. Duga tey fyrstuhjálp, kunnu tey bjarga lívinum á øðrum, um illa vil til. Tað er besta gávan, vit kunnu geva - bæði næmingunum og samfelagnum, sum heild. Tað er ein íløga í eitt hægri trygdarstig, tí tess fleiri, ið duga fyrstuhjálp, tess tryggari eru vit øll.