Johan vunnið aðru virðisløn

Johan Waagstein, í 6. flokki, endaði í gjár á einum flottum 2. plássi í Stella Polaris tónleikakappingini fyri ungar, klassiskar tónleikarar. Heili 23 luttakarar í aldursbólkinum til og við 13 ár luttóku í kappingini. 

Til samling í skúlanum í morgun spældi hann fyri okkum, og øll, bæði børn og vaksin, sótu púra rúnabundin og lurtaðu.

Vit takka fyri løtuna :) og ynskja Johan hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum

stellapolaris

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndin er frá Facebook síðuni hjá Tórshavnar Musikkskúla