Trivnaðarkanning

trivnaðarkanning

 

 

 

 

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur heitt á Fróðskaparsetrið at gera trivnaðarkanning nú í 2023. Kanningin byggir á undanfarnar kanningar, sum eru gjørdar í 2015 og 2019, og allir næmingar í 5., 7. og 9. flokki eru bidnir um at svara.

5. og 7. flokkur í Kvívíkar skúla fara at svara kanningini fríggjadagin tann 03.03.23. 

Vit vilja gera vart við, at allir næmingar eru tryggjaðir fullan anonymitet. Tá dáturnar eru savnaðar, verða tær viðgjørdar á Fróðskaparsetri Føroya, og nýttar í einari frágreiðing. Dáturnar verða eisini brúktar í vísindaligum høpi.

Ynskiligt er at allir næmingar sleppa at luttaka í kanningini. Tí er umráðandi at tey møta stundisliga.Um tú ikki vilt, at títt barn skal luttaka í hesi kanningini, verður tú biðin um at boða skúlanum frá hesum.

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook