Mikudagin, 23. februar, fingu allir næmingar í skúlanum eina øðrvísi tónleikauppliving, tá 4 bassistar, sum eru við í Listaleypinum, vóru á vitjan
Teir fýra bassistarnir framførdu og fortaldu søguna um talentfullu gentuna Sigrið og hennara stríð við tann stóra kontrabassin. Á leiðini fór hon í hólmgongu við tango, rockabilly, neo-klassiskt, fólkatónleik og jazz, áðrenn hon fann sína egnu leið. Næmingarnir vóru eisini tiknir við í framførsluna, og aftaná kundu teir spæla á hetta bergtakandi ljóðførið. Fleiri næmingar vóru so hugtiknir, at teir ynsktu autograf aftaná framførsluna.
Fleiri myndir eru á Facebook síðu skúlans