SSP hevur felags foreldrafund fyri foreldrum í grunddeild (1. - 3. flokk) hósdagin 23. februar 2023 kl. 19.00-21.00 í Kvívíkar skúla, har ætlanin er at seta á stovn eitt foreldraforum um at knýta bond og skíggjanýtslu í 1., 2. og 3. flokki.
Í einum foreldraforumi er tað upplagt hjá foreldrum at hittast og skifta orð um áskoðarnir, rammur og sosialu samveruna í flokkinum.
SSP, sum er samstarv millum skúla, sosialar mynduleikar og politi skipar fyri fundinum. Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi, leggur fyri. Fyri at fáa innlit í støðuna og áhugamál hjá næmingunum, hittir hon teir fyrr um dagin.
Børnini hava brúk fyri, at foreldur tosa saman og tí ynskja vit, at bæði foreldrini luttaka. Gevi flokslærarunum boð, um tit koma ella ikki.
Næmingarnir hava fingið skriv við heim um tiltakið. Vit gleða okkum at síggja tykkum