Lesandi í starvsvenjing

starvslesandi23 1

 

 

 

 

 

 

 

 

Sólja Fríða og Rana eru læraralesandi, og tær hava valt at koma í sína fyrstu starvsvenjing í Kvívíkar skúla.

Tær skulu undirvísa 4. - 7. flokkunum í føroyskum í 10 tímar um vikuna í 5 vikur, og Elna er vegleiðari. 

Vit ynskja teimum vælkomnum, og vóna at tær fáa eina góða og gevandi starvslæru hjá okkum.