Ferðafrásøgn frá Elnu, ið stendur fyri Spæliliðnum í Kvívíkar skúla.
Ein morgun í januar mánaða fór spæliliðið sín árliga túr. Túrin fáa tey fyri at standa fyri Spæliliðnum í skúlanum, ein uppgáva ið tey loysa fyrimyndarliga .
Meiningin var, at vit skuldu taka okkum av løttum í Havn, fara ein túr niðan á Skansan, ein túr í Grasagarð, og ein gongutúr niðan í viðarlundina 😀 men veðrið var ikki við okkum, tað kavaði og var illa gangandi. Vit fóru av bussinum niðri á Farstøðini, gingu niðan í býin, og tá kom eitt gott hugskot frá einum næmingi, at vit kundu seta okkum inn í býarbókasavnið at spæla borðspøl 😇
Tað var so hugnaligt har, at áðrenn vit vistu av, var klokkan 11:30, og tíð hjá okkum at fara til hæddarpunktið: Pizza67. Tá vit høvdu sitið har og proppað í okkum í góðan tíma, ja so spákaðu vit okkum niðan í SMS, onkur keypti sær ein ís, og so gingu vit bara og dasaðu. Klokkan 13:15 fór bussurin norður aftur við proppmettum næmingum.
Ein so hugnaligur, avslappandi og deiligur Havnatúrur við verðins fittastu Kvívíkingum 😍