Seinastu dagarnir fyri jól verður ymiskt jólaligt á skránni, eisini verða nakrar broytingar í tímatalvuni, sí niðanfyri.
Mánadagin tann 19. desembur
Næmingarnir møta kl. 8.00 og kl. 9.30 - 11.00 eru frumframførslur.
Kl. 16.00 er jólahugni og framførslur fyri næmingum og foreldrum
Týsdagin tann 20. desembur
Næmingarnir møta kl. 9.00 (tó er skúlin opin kl. 8.00), og fáa frí kl. 12.00. Hetta er ein hugnadagur vid m.a. felagssangi og søguløtu, eisini vænta vit okkum vijan av Jólamanninum
Mikudagin tann 21. desembur
Næmingarnir møta kl. 10.00, og vit fylgjast í kirkju kl. 10.15 – 11.00. Skúlin er tó opin kl. 8.00, so til ber hjá teimum yngru at møta fyrr.
Tá kirkjugongdin er liðug er jólafrí. 1. - 3. flokkur kann fara í frítíðarskúla.
Skúlin byrjar aftur týsdagin tann 3. januar kl 8.00.