Góðu foreldur,
Skúlastýrið bjóðar til felags foreldrafund mikudagin tann 7. septembur kl 18.00
Skrá fyri fundin:
- 18:00-18:15 Elisa Abrahamsen, skúlastýrisforkvinna, bjóðar vælkomin og leggur fram ársfrágreiðingina
- 18:15-19:00 Snorri Patursson frá Fólkaheilsuráðnum hevur eina framløgu um almennu kostráðini. Nýggju kostráðini slóða fyri sunnari og samstundis umhvørvisvinarligum vanum í sambandi við mat- og drykkjuvørur.
- 19:00-19:20 Rudi Olsen, skúlaleiðari, greiðir frá hvussu skúlin arbeiðir við nýggju kostráðunum.
- 19:20-20:00 Spurningar, prát og okkurt gott til góman
Vit gleða okkum at síggja tykkum