Hetta eru tey samd um í 2. og 3. flokki, nú tey hava gjørt ein handil í n/t-stovuni.
Næmingarnir rokna uppgávur, sum tey seta inn í bankan, tá bankin hevur kannað, um alt er rætt roknað, fáa tey løn, sum tey kunnu spara saman ella fara til handils við. Í handlinum kunnu tey keypa putlispøl, bøkur og annað, sum tey kunnu spæla við ella lesa eina løtu, áðrenn tey aftur fara til arbeiðis og velja sær eina rokni uppgávu.
"
"Hetta er nógv stuttligari, tí nú kunnu vit spæla meðan vit rokna" Bjørg 9 ár
"Tað besta er, at vit fáa pengar fyri at rokna. Nú havi eg samlað mær 500 kr., sum eg fari at brúka til at keypa eitt borð. Borðið kostar 1.000 kr., men so kann eg leiga tað út og fáa inntøkur fyri tað." Ján Magnus. 9 ár