Seinastu dagarnir fyri jól

jólljós

 

Av tí at skúlin er raktur av korona, verða seinastu dagarnir fyri jól skipaðir soleiðis;

Mánadagin 13. og týsdagin 14. desembur møta allir flokkar frá kl. 8.00 til 12.20.  

Floks/stovubyrgi er um allan skúlan. Flokslærari og/ella annar lærari hevur flokkin allan dagin. Vanliga tímatalvan er tí ikki galdandi, ístaðin fara vit at gera okkurt hugnaligt saman.

Mikudagin er ætlanin, at vit fara í kirkju, tit frætta aftur um hetta.