Skúlin stongdur

Frá mánadegnum 16. mars og fyribils í 2 vikur fram, skulu næmingarnir vera heima við hús og fylgja teimum tilráðingum,

sum koma frá heilsumyndugleikunum so hvørt. Skúlin skal hava opið í neyðugum vavi fyri børn, sum ganga í 1., 2. og 3. flokki,

har eingin onnur ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum,

hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og sum ongan møguleika hava fyri ansing annars.

Hesi foreldur mugu venda sær til skúlaleiðaran á telefon 292422 við grundgevingum fyri,

hví tørvur er á hesum tilboði. Heitt verður á tykkum øll foreldur og næmingar,

um hvønn gerandisdag í hesum báðum vikunum at kunna tykkum um boð í vikuætlanini.

Hetta soleiðis, at næmingarnir fáa kunna seg um, hvat tey skulu arbeiða við heima hesar dagarnar.

Eru onnur ivamál, spurningar, viðmerkingar vm. eru tit vælkomin at ringja 292422.

Vegna Kvívíkar skúla, Høgni Warberg, leiðari.     

 

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
kvi@skulin.fo

 fb 2023

Fylg okkum á Facebook