Um okkum

Skúlin

Kvívíkar skúli er ein 4 flokkaður skúli.

Skúlaárið 2017-2018 eru hesir flokkar saman:

  • 1. og 2. arg.
  • 3. og 4. árg.
  • 5. og 6. árg.
  • 7. árg.

 

Ymiskt tilfar

 

Heilsa

Skúlaheilsufrøðingurin hevur viðtaluhøli í skúlanum og sær næmingarnar eina ferð um árið. Tá verður hugt eftir sjón, hædd og vekt hjá børnunum, og hjá  1. og 7. flokki verða eisini hoyrn og litsansur kannað. Eisini verður tosað við næmingarnar um ymiskt viðvíkjandi heilsuni, trivnað og menning.
Heilsufrøðingurin hevur tagnarskyldu og skal hava samtykki frá foreldrunum, um hon t.d. ynskir at tosa við flokslæraran um skúlatrivnaðin hjá einum næmingi.
Foreldur og næmingar eru vælkomnir at seta seg í samband við heilsufrøðingin. Hon eitur Irdi Nónklett og er at hitta á tel. 56 23 96.

Tannlæknaskipanin í Kvívíkar Sókn umfatar børn frá 0 ára aldur til tey fara úr 10. flokk. Tannlæknastovan er í Vestmanna skúla, og hevur tel. 42 41 67. Tannlæknin eitur Eyðbjørn Joensen.
Skúlabørn eru til kanningar tvær ferðir um árið - vanliga beint eftir heystferiuna og undan páskum. Børnini fáa fráboðan beinleiðis til heimini.
Hjá børnum í 4. flokki verður harumframt eisini kannað, hvussu tennirnar standa. Hetta verður gjørt av serfrøðingi, sum kemur á vitjan. Boð verða tá givin beinleiðis til heimini og umvegis skúlan.

 

Matpakkar

Teir flokkar, sum hava tímar aftan á døgurða, eta matpakkar sínar í skúlastovuni.

 

Bussskipan

Børn, sum búgva í Leynum og á Stykkinum, verða koyrd til og frá skúlanum.

Í Leynum fer bussurin frá skúlanum hvønn morgun og steðgar við bussskýlið á Stykkinum 5 minuttir seinni. Í Kvívík fer bussurin frá bussskýlinum. Tíðirnar eru í talvuni niðanfyri.

Meginreglan er, at bussurin fer úr Kvívík 5 minuttir eftir at ringt er út, men av tí at sami bussur hevur skúlakoyring til og úr Vestmanna, fer bussurin seinni einstakar túrar.

  Leynum Kvívík Kvívík Kvívík
Mánadag 07:20 12:30 13:45 14:40
Týsdag 07:20 12:30 13:45 14:40
Mikudag 07:20 12:30 13:45 14:40
Hósdag 07:20 12:30 13:45 14:40
Fríggjadag 07:20 12:30 13:45 14:40

Um ivamál eru, so ber til at venda sær til kommununa á tel. 66 24 00.

 

Útleigan av skúlanum

Reglur í samband við útleigan av skúlanum

Skúlin kann leigast við at venda sær til skúlaleiðaran ella húsavørðin.

 

Gjald:

  • Skúlastova: 100 kr.
  • Klingran: 100 kr.
  • Køk: 100 kr.
  • Um leigað verður í ein dag: 400 kr.
  • Fimleikarhøll: 100 kr.
  • Svimjihøll: 300 kr.

 

Leigarin hevur ábyrgd av at lata hølini aftur í sama standi.

 

Søgan

Skipaður skúli kom til Kvívíkar í 1905. Katrin Samuelsen var lærarinna og skúli var hildin í bóndagarðinum uppi á Hellu.

Frá uml. 1855, vita vit at Kvívíks-Jógvan og Jóan Petur Gregoriussen (I.P.G) gingu oman í prestagarðin á Kirkjuteigi at læra (læna bøkur) frá V.U. Hammershaimb. Eisini vita vit um ein ferðalærara, sum hevði alla Norðurstreymoy, frá Vestmanna til norður í Sund.

Í 1907 var skúli bygdur í Kvívík. Karin Samuelsen var lærarinna.

1918-1939 var Jóhanna Jensen (f. Haraldsen) lærarinna. Var útlærd í Havn. Í hesum tíðarskeiði vóru eisini nógvir vikarar.

1939-1945 var Hjalmar Joensen (seinni Hátún) lærari.

1945-1950 var Símun Hansen lærari.

1950-1951 var Anna Elisabeth vikarur.

1951-1991 var Rólant Lenvig lærari.

Í 1956 var vikarur settur at hava hondarbeiði.

Í 1976 var nýggjur skúli bygdur. Tá blivu fleiri lærarar settir á skúlanum. Rólant Lenvig var settur sum fyrstilærari.

Í 1991 var Bjarni Heinesen settur sum fyrstilærari.

Í 2004 var byrjað at byggja afturat verandi skúla.

1. aug. 2012 var Høgni Warberg settur sum fyrstilærari.

 

Svimjihylurin er opin soleiðis:

Týsdag:

18:30-20:30 Vaksin

Hósdag:
16:00-17:00 Dreingir í skúlaaldri
17:00-18:00 Gentur í skúlaaldri
18:00-19:30 Smábørn og foreldur
19:30-20:30 Vaksin

 

Kostnaður:
Børn: 10 kr.
Vaksin: 20 kr.

 

Um áhugi er at leiga hylin, vinarliga ringi á tlf. 29 24 23.

Kostnaður er 300 kr. um tíman.

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Telefon: 662420
Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
[email protected]