Starvslýsing 2019-2020

Starvslýsing skúlaárið 2019-2020

Hesi størv verða lýst leys at søkja í Kvívíkar skúla:

1 lærari í fast fulltíðarstarv.

1 lærari í tíðaravmarkað parttíðarstarv skúlaárið 2019/2020, sum er leyst at seta í samband við farloyvi. Starvsbrotið er áleið 0,80

1 lærara í tíðaravmarkað parttíðarstarv skúlaárið 2019/2020, sum er leyst at seta í samband við avlopstímar. Starvsbrotið er áleið 0,80

Endaliga tímatalið á parttíðarstørvunum verður endaliga ásett 1. september 2019.

Søkt verður eftir lærarum:

  • · Ið m.a. kunnu undirvísa í føroyskum, donskum, enskum, støddfrøði, náttúru og tøkni, svimjing, heimstaðarlæru, samfelagsfrøði, landalæru, alis-evnafrøði, søgu, lívfrøði og handaverk og list.
  • · Ið hava læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum
  • · Ið leggja dent á mennandi læruumhvørvi, virðiligt samstarv og trivna
  • · Ið vilja vera við til at menna skúlan á øllum økjum

Lærarastørvini verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkinum 18.1-29.2. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlaleiðaranum í hendi seinast fríggjadagin 21. juni 2019 klokkan 12:00.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. Nærri fæst at vita um størvini hjá Høgna V. Warberg, fyrstalærara, á tlf: 29 24 22. Meira fæst at vita um skúlan á heimasíðuni: www.kvivikarskuli.fo

Kvívíkar skúli

Frammi í Gerði 6
340 Kvívík

Telefon: 662420
Skúlaleiðari: 292422
Lærarar: 662424 / 292424
Førleikastovan: 662421
[email protected]

Ein heimasíða frá heini.fo | Síðan liggur hjá Siteground